Innanlands

Føroysku fiskiskipini halda jólafrí

Í fjør vóru fleiri av skipunum ikki liðug við kvoturnar og vóru tí á sildaveiðu í altjóða sjógvi. Men í ár liggur allur føroyski fiskiflotin

Fleiri skip liggja á Runavík (Mynd: Katrin Jóanesarson)

Fleiri skip liggja á Runavík (Mynd: Katrin Jóanesarson)

2025-12-24 08:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í dag hava vit jólaaftan, og í ár liggja øll tey føroysku fiskiskpini. Soleiðis var tó ikki í fjør.

Í Ánunum liggja Norðborg, Gadus, Arctic Viking og Borgarin. 

Í Norðdepli liggja Anru, Brandur og Fagraenni.

Á Klaksvík liggja Jaspis, Ametyst, Christian í Grótinum, Norðingur, Klakkur, Jákup B, Polarstjørnan, Jupiter, Búgvin, Pison, Safir, Núpur, Fuglberg, Skoraberg umframt nakrir bátar, sum royna á innaru leiðum. 

Í Leirvík liggja trolbátarnir Jens Leon, Sigatindur og Fríðborg.

Á Skála liggja Jógvan I og Suðurvarði og í Søldarfirði liggja grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq og Gøtunes úr Gøtu. 

Kambur liggur á Hulki, og í Runavík liggja Finnur Fríði, Høgaberg, Tróndur í Gøtu, Volunteer, Arctic Voyager, Stelkur, Bakur, Heykur, Falkur Tummas T og Oknin. Á Toftum liggur frystilínuskipið Stapin.

Ran og Norðheim liggja á Oyri og Streymsund liggur í Hósvík. 

Á Kollafirði liggja Eysturbúgvin, Katrin Jóhanna, Vesturhavið, Fagraberg og Hvítanes. 

Á Havnini liggja Emerald, Akraberg, Enniberg, Thor, Túgvusteinur, Hamranes, Sandshavið, Eivind, Gamli Jupiter og Bragd.

Á bedingini hjá Mest í Havn eru Polarhav, Stjørnan og Olga Maria. 

Á Hvalba liggja trolararnir Breiðanes og Steintór, og á Vági liggja Ango, danska uppsjóvarskipið Astrid og grønlendska skipið Tuneq. 

Í fjør vóru fleiri av skipunum ikki liðug við kvoturnar, og tí vóru tey á sildaveiðu í altjóða sjógvi um jólini. 

Familjurnar hjá sjófólkunum munnu frøast at soleiðis er tíbetur ikki í ár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder