ABH-samgongan var ikki liðug við samráðingarnar tá felagið, sum eigur línuskipini Sigmund og Mascot, kunngjørdi, at línuskipið Atlantic varð keypt úr Noreg. Nú samgongan hevur sitið við valdið í fáar dagar, komu næstu boðini um nýtt stál í føroysku fiskivinnuni.
Klakkur verður skiftur út við níggju ára gamalt væl útgjørt línuskip.
Men tað eru ikki bara línuskipini, sum verða dagførd. Leysasøgur eru um, at nýggj og tíðarhóskandi skip skulu byggjast til Klaksvíkar, og at enn eitt uppsjóvarskip í Danmark er ávegis í føroyska flotan.
Fyrr í hesum mánaðinum kom størsta danska uppsjóvarskipið Gitte Henning á føroyskar hendur. Gitte Henning fiskar fyri Trónda í Gøtu, sum fer at liggja til várs orsaka av maskinskaða.
Eingin nýbygningur er keyptur til Føroya síðani 2010 tá Tróndur í Gøtu kom.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald