Innanlands

Føroyskar fyritøkur luttaka í verkætlan um veðurlagsbroytingar og alivinnuna

Talan er um verkætlan við luttøku av 22 fyritøkum og stovnum úr Evropa har granskarar arbeiða saman um yvirskipaða evnið: veðurlagsbroytingar og alivirksemi

Føroysku luttakararnir frá vinstru: Magni Laksafoss, Gunnvør á Norði, Juliana Arias Agudelo, Esbern Patursson, Rúni Dam og Unn Laksá (Mynd: Unn Laksá, Sjókovin)

Føroysku luttakararnir frá vinstru: Magni Laksafoss, Gunnvør á Norði, Juliana Arias Agudelo, Esbern Patursson, Rúni Dam og Unn Laksá (Mynd: Unn Laksá, Sjókovin)

2026-04-25 10:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Firum er ein av fýra føroyskum fyritøkum, sum lluttekur í stórari verkætlan, hvørs endamál er at meta um, hvussu verðurlagsbroytingar koma at ávirka alivinnuna. Verkætlanin, sum hevur fingið fígging EU granskingargrunninum Horizon Europe, kallast OCCAM. OCCAM stendur fyri: Operationalising Climate Change Adaptation and Mitigation for aquaculture.

Talan er um verkætlan við luttøku av 22 fyritøkum og stovnum úr Evropa har granskarar arbeiða saman um yvirskipaða evnið: veðurlagsbroytingar og alivirksemi. Av teimum 22 luttakandi pørtunum eru fýra úr Føroyum. Tey eru Sjókovin, Hiddenfjord, Avrik og Firum. Verkætlanin gongur yvir tíðarskeiðið 2025-2028.

Í farnu viku hittust luttakararnir á ársfundi í Vigo, Spania. Endamálið við fundinum var, at leggja fram arbeiðið, sum ymisku luttakararnir hava arbeitt við seinasta árið og viðgera úrslitini.

Firum stendur á odda fyri at menna eitt amboð, sum kann hjálpa alifyritøkum og myndugleikum at minka um trupulleikan við laksalús í einum broyttum framtíðar veðurlagi. Endamálið er at menna ein myndil, sum kann meta um ávirkanina av ymiskum hugsaðum dømum, ið kunnu minka um lúsasmittuna. Hetta verður gjørt í samstarvi millum føroysku lurtararnar í verkætlanini.

Sjókovin hevur ábyrgdina av at gera samfelags- og búskaparligar greiningar í verkætlanini. Yvirskipaða leiðslan av verkætlanin hevur norska granskingarfyritøkan Nofima.

Firum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder