Uttanlands

Føroysk uppsjóvarskip rokast í norskum sjógvi

Fleiri skip eru farin til Noregs at landa makrel.

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-09-04 08:43 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri føroysk uppsjóvarskip eru farin í norskan sjógv at fiska makrel, har fiskiskapurin er munandi betrið enn  í altjóða sjógvi.

Av tí at fiskiskapurin er betri í norskum sjógvi, so verður eisini týttari millum landingarnar hjá skipunum, sum bjóða fiskin út á Sildelaget, og fýra skip eru farin til Noregs at landa.

[object Object]

Tummas T - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Christian í Grótinum skal landa Fiskerstranda, og hava teir umleið 450 tons av góðum makreli.

Tummas T er farin til Sejle við beint undir 200 tonsum av makreli, har Tróndur í gøtu eisini er farin við 450 tonsum.

[object Object]

Tróndur í Gøtu - Savnsmynd: Gorm Niclassen

Gøtunes er farin til Måloy við beint undir 300 tonsum.
Skipini fara øll aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.

[object Object]

Gøtunes - Savnsmynd: Calum Gray

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder