Innanlands

Føroyar fáa túsund tons meira av toski í Eysturgrønlandi

Føroyar og Grønland skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2021

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-08 09:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, og avtalan fyri 2021 er onki undantak. Londini eru samd um at halda fram við góða samstarvinum.

Vísindaligu ráðgevingarnar fyri tveir av fiskastovnunum – norðhavssild og tosk í Suður- og Eysturgrønlandi – sum hvør í sínum lagi eru týðandi grundarlag undir fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Grønland, eru rættuliga bjartskygdar fyri 2021.

Henda støðan merkti samráðingarnar. Grønland var sinnað at lata Føroyum meir tosk, meðan Føroyar vóru sinnaðar at lata Grønlandi økta sildakvotu.

Úrslitið varð, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar við 1.000 tonsum, og grønlendska sildakvotan hækkar við 3.300 tonsum og svartkjaftakvotan við 1.200 tonsum. Harumframt verður, sum nakað nýtt, møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

Sostatt kunnu føroysk skip í 2021 fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan verður óbroytt – 475 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi vera eisini óbroyttar – 225 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons verður varðveitt.

Við broyttu kvotunum, sum Grønlandi í 2021 verða tillutaðar frá Føroyum, verður grønlendska kvotan av norðhavssild 6.500 tons og kvotan av svartkjafti 14.700 tons. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 5.032 tons í 2021, sum eru góð 1.250 tons minni enn í 2020.

Samráðingarnar fóru fram á netinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder