Innanlands

Formansskapurin í Ráfiskakeyparafelagnum heldur fram

Á aðalfundinum hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag 25. mars vórðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur afturvaldir

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2026-04-03 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

25. mars var árligi aðalfundurin hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag í Vinnuhúsinum.

Á aðalfundinum stóðu Jens Pauli Petersen og Brandur Jacobsen fyri vali, og báðir vórðu afturvaldir. Eisini varð Dánial Hansen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formansskapi sum frammanundan, skrivar Vinnuhúsið.

Jógvan Hansen heldur tí fram sum formaður, og Jens Pauli Petersen heldur fram sum næstformaður.

Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag er mannað soleiðis:

• Jógvan Hansen, formaður
• Jens Pauli Petersen, næstformaður
• Magnus Jespersen, nevndarlimur
• Nicolas Stauss, nevndarlimur
• Brandur Jacobsen, nevndarlimur
• Dánial Hansen, tiltakslimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder