Innanlands

Flytur feskan fisk av landinum

Svartfoss siglir millum Runavík og Scrabster í Skotlandi við feskum laksi og øðrum feskum fiski

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-02-18 23:20 Author image
Føroyska Sjómansmissiónim
placeholder

Í nakrar vikur hevur handilsskipið Svartfoss hjá Eimskip, sum Faroe Ship leigar, siglt millum Runavík og Scrabster í Skotlandi. Meginparturin av góðsinum er feskur laksur og annar feskur fiskur.

- Vit fara mánakvøld av Runavík, sum er einasta fasta fráferð. Viðhvørt fara vit eisini inn á Tvøroyri eftir fiski, ávegis til Scrabster. Tá vit eru lidnir í Scrabster, sum oftast náttina til mikudag, hava vit viðhvørt gjørt túrar til Írlands ella til Hollands. Um tað ikki eydnast, ja, so koma vit aftur til Føroya, sigur Maksim, sum er stýrimaður.

Svartfoss er bygdur í Norra í 2005. Hann lastar 2400 tons; harav hevur hann frystilast til umleið 1500 tons. Hann kann hava 28 bingjur á 40 fótur og hevur ein krana, sum kann lyfta 15 tons. Átta mans eru við.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder