Innanlands

Fleiri skip skulu landa svartkjaft í Fuglafirði

Hoyvík er eitt av skipunum, sum skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-05-05 21:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár kom uppsjóvarskipið Hoyvík inn við 400 tonsum, sum teir skuldu landa til Havsbrún.

Tá ið teir vóru lidnir at landa slapp Borgarin úr Klaksvík framat við 2400 tonsum av svartkjafti.

Tá ið Borgarin er liðugur at landa, skal Finnur Fríði landa. Finnur Fríði hevur 2100 tons av svartkjafti.

Katrin Jóhanna kom á Miðvág í dag, har teir skulu bíða eftir landingartørni, og sleppa teir framat at landa 1400 tons av svartkjafti í morgin.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder