Innanlands

Fleiri skip landað til Havsbrún

Hjá Havsbrún hava tey tikið ímóti nógvum svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-11 21:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Katrin Jóhanna hevur júst landað umleið 1600 tons av svartkjafti, og aftaná byrjaði Christian í Grótinum at landa.

Christian í Grótinum hevur í millum 2300 og 2400 tons av svartkjafti, og aftaná Christian í Grótinum skal Jupiter landa somu nøgd.

Skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Fagraberg hevur um vikuskiftið landað 2700 tons av svartkjafti í Fuglafirði, og nøkur skip hava landað uttanlands, eins og okkurt útlendskt skip hevur landað til Havsbrún í síðstu viku.

Spenningur um 40.000 tons

Svartkjaftafiskiskapurin plagar at vera mai mánað út, og onkuntíð eru vit komin eitt sindur inn í juni, áðrenn skipini eru liðug við kvotuna.

Í løtuni er stórur spenningur um hvat fer at henda við teimum 40.000 tonsunum, sum skuldi gevast út sum royndarkvotur.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot fyri tingið, sum sigur at tonsini skulu býtast út sum felagskvota, men tó við hámarki, og tey skipini, sum frammanundan hava svartkjaftakvotu, skulu fiska eginkvotuna áðrenn tey sleppa at fiskað av felagskvotuni.

Orsøkin til hetta uppskotið er, at verðtíðin eftir svartkjafti er nú, og tí er ikki tíð til at viðgera umsóknir til ymsar verkætlanir.

Uppskotið manglar síðstu viðgerina í løgtinginum.

 

placeholder
placeholder