Seinastu dagarnar hava fleiri uppsjóvarskip verið inni og landa.
Finnur Fríði hevur landað 750 tons av makreli til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað í bretskum sjógvi. Finnur Fríði byrjaði at leita eftir sild í altjóða sjógvi, men fiskiskapurin var so smáligur, at avgerð varð tikin um heldur at fara á makrelveiðu.
Áðrenn Finnur Fríði kom inn, landaði Ango 300 tons av makreli til Varðan Pelagic.
Katrin Jóhanna er komin á Fuglafjørð við 1.750 tonsum av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað í føroyskum sjógvi. Gøtunes er eisini komin á Fuglafjørðm har skipið skal landa heili 3.400 tonsum av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.
Norðborg er komin í Ánirnar, har skipið skal landa 300 tons av frystari sild umframt mjøl. Norðborg hevur roynt í altjóða sjógvi hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald