Innanlands

Fleiri landingar í Kollafirði

Fleiri útlendsk skip hava og skulu landa í Kollafirði.

Polar amaroq er eitt av skipunum, sum landar í Kollafirði í hesum døgum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar amaroq er eitt av skipunum, sum landar í Kollafirði í hesum døgum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-21 19:39 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í Kollafirði hava tey úr at gera við at landa útlendsk skip.

Í gjar var týskitrolarin Mark og landaði 230 tons av kongafiski, sum skipið hevur fiskað undir Grønlandi.

Í dag landar grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq 600 tons av makreli, sum skipið hevur partrolað eftir í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og í morgin skal Polar Princess landa 700 tons av frystum makreli, sum skipið eisini hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

Øll skipini landa til frystigoymsluna í Kollafirði, og fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder