Innanlands

Fleiri landingar í Kollafirði

Tveir trolarar, eitt línuskip og tvey uppsjóvarskip komu á Kollafjørð í vikuni

Savnsmynd /Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd /Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-13 15:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tey hava havt úr at gera við at landa skip í Kollafirði seinastu tíðina.

Grønlendsku trolararnir Polar Princess og Svend C, sum báðir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi, komu á Kollafjørð í vikuni.

Fyrstur var Polar Princess, sum hevði umleið 600 tons av frystum makreli, sum teir landaðu til frystigoymsluna í Kollafirði.

Aftaná Polar Princess kom Svend C inn við 780 tonsum av frystum makreli. 

Fleiri grønlendsk skip hava landað frystan makrel í Kollafirði í summar, men hetta byrjar nú at minka. 

Polar Nanoq, sum eisini hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, er nú farin til fiskiskap í vestur Gtønlandi.

Línuskipið Eivin kom í vikuni inn við eini last á 125 tonsum, har meginparturin av veiðuni var longa.

Uppsjóvarskipið Norðingur kom mikudagin á Kollafjørð við 700 tonsum av makreli, og uppsjóvarskipið Borgarin kom fríggjadagin á Kollafjørð, har teir skuldu landa 400 tons av makreli, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

placeholder
placeholder