Innanlands

Fiskiskapurin hjá frystilínuskipunum á Flemish Cap er av á hesum sinni

Kvotan á 1.907 tons er fiskað

Klakkur fiskaði 458,7 tons á Flemish Cap (Mynd: Kiran Jóannesarson)

Klakkur fiskaði 458,7 tons á Flemish Cap (Mynd: Kiran Jóannesarson)

2020-02-06 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey seks skipini ið hava roynt eftir toski á Flemish Cap í smáar tær vikur eru á veg heim. Hetta er tað, ið tey hava í lastini: 

Klakkur 458,7 tons (fiskaði eisini fyri Ågot)
Stapin 280 tons 
Kambur 280,7 tons
Eivind: 279,8 tons
Jákup B 279,5 tons (ikki greitt hvussu nógv hann fiskaði í gjár, so har er nakað meira í lastini) 
Jógvan I 277,8 tons

Tilsamans var toskakvotan hjá føroysku frystilínuskipunum 1.907 tons. Í fjør var hon næstan tvfalt so stór: 3.911 tons.

Kelda: KVF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder