placeholder
Innanlands

Fiskiskapurin eftir makreli er smáligur i løtuni

Christian í Grótinum er farin aftur á makrelveiðu eftir at hava landað 400 tons til Pelagos í Fuglafirði

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-06-18 17:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er farið aftur á makrelveiðu.

Skipið hevur júst landað 400 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, sum er fiskaður eystanfyri í føroyskum sjógvi. Nú fara teir at leita norðanfyri, har eisini Norðborg er stødd.

Fiskiskapurin eftir makreli hevur verið smáligur seinastu tíðina.

Skipini hava landað smáar nøgdir av makreli. Eitt nú hevur Tróndur í Gøtu júst landað 200 tons til Varðan Pelagic.

Makrelkvotan minkað við 11.000 tonsum

Í gjár kunngjørdi Árni Skaale, landstýrðismaður í fiskivinnumálum, makrelkvotuna fyri 2022.

Makrelkvotan verður í ár 155.804 tons, sum er ein minking á umleið 11.000 tons í mun til 167.048 tons, sum hon var í fjør.

Hóast eina minking í tonsum, so hevur Føroyar ásett sær eina kvotu, sum svarar til 19,6% av heildarkvotuni, sum er sama prosenttal, sum 2021.

[object Object]Tummas T og Hoyvík á makrelveiðu í føroyskum sjógvi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder