Innanlands

Fiskimálaráðið játtað níggju umsøkjarum tilsamans 3.700 tons av norðhavssild

Freistin at søkja var 1. juni, og 18 umsóknir um tilsamans 18.850 tons komu inn

2020-08-07 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild 2020 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir við umsóknarfreist mánadagin 1. juni 2020.

Fiskimálaráðið fekk 18 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans var søkt um 18.850 tons. Eftir innanhýsis viðgerð, og í samráð við Havstovuna, eru 9 umsóknir játtaðar, tilsamans 3.700 tons av norðhavssild.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er roynt at leggja serligan dent á menningarvirði og møguligt nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.

Eins og fyrr í ár og í fjør, í sambandi við tilsagnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsagnirnar, sum tryggjar, at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. desember 2020.

Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, falla aftur til Fiskimálaráðið pr. 31. desember 2020. (Ófiskað kvota ella kvotapartur kann ikki leingjast inn í komandi ár).

Stutt um verkætlanirnar:

Eitt virki saman við einum nótabáti fær 200 tons at betra um køliskipanina við at víðariútvikla ein sjógvfordeilara at seta í RSW tangar. Talan er um framhald av royndum, sum vóru gjørdar í fjør.

Virki saman við nótabáti fær 300 tons við tí endamáli at betra gjøgnumstreymingina í nýggjum 8-kantaðum belli (millum fornet og posan), sum verður gjørdur á Vónini. Í dag brúka teir ein 4-kantaðan bell, sum ikki spílar seg so væl út, sum væntandi ein 8-kantaður bellur.

Eitt nýggjari virki, saman við nótaskipi, fær í samstarvi við størri virki á landi 300 tons. Skipið (sum hevur aðra kvotu) skal drýggja royndarkvotuna til fleiri túrar. Talan er um virðisøking og framleiðslu av "skinless bitum" úr feskari norðhavssild. Virkið sker sildina til bitar (hevur skrædlara og bitaskerara tøkar). Virkið hevur russlandsloyvi, og er ætlanin at flyta vøruna út til Russlands.

Eitt størri virki á landi, saman við einum nótabáti, hevur fingið játtað 500 tons av norðhavssild, sum skal fiskast við nót í føroyskum øki og framleiðast til ymiskar servørur til asiatiska/japanska marknaðin. Endamálið er at betra góðskuna (kræsin keypari), og øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini. Talan er um framhald av royndum í fjør.

Ein verkætlan við 2 skipum og framleiðslu á tveimum virkjum á landi (Kollafjørður og Klaksvík) hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild. Endamálið er framhald av royndunum í fjør, sum ikki komu reiðiliga ígongd vegna umbygging, at víðarigóðska ymiskar sildavørur (flaps, flak, heilfryst og støddarskilt) við serligum denti á IQF fløk til evropeiska marknaðin (Holland). Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini. Arbeitt verður við at flyta partar av framleiðsluni yvir í nýggjan bygning.

Eitt nótaskip fær saman við øðrum 500 tons av norðhavssild í sambandi við royndir at útvikla ein elektriskan stoytara, sum doyvir fiskin á veg inn í bellin, so hesin ikki setir seg fastan í meskarnar í bellinum/trolinum. Tøknin við elstoytaranum og alt trolið er viðvirkandi til minni orkunýtslu (og vónandi betri góðsku av fiskinum). Góðskuroyndir av fiskinum verða gjørdar í landi.

Eitt felag, saman við nótaskipi, fær 300 tons at gera samanberandi royndir við einum T90 posa og vanligum posa. Talan er um framhaldandi royndir við at víðarimenna T90 posa saman við øðrum. Talan er um framhaldandi menning av T90 posanum, sum higartil hevur roynst væl, men ætlanin er at gera fleiri betringar av posanum. (Verkætlanin fær eisini 350 tons av makreli til sama endamál).

Eitt nótaskip, sum samstarvar við virki á landi fær 300 tons at menna eitt nýtt trol (størri og lættari), sum kann brúkast til bæði veiðu eftir sild og makreli (og harvið spara eitt trol). (Verkætlanin fær eisini 200 tons av makreli til sama endamál).

Eitt minni virki (Leirvík), saman við fleiri skipum, hevur fingið tillutað 800 tons av norðhavssild. Verkætlanin er framhald av royndunum seinastu árini, sum hava til endamáls at økja framleiðsluna av ymiskum saltaðum vørum til útflutnings (tunnur) og økja um framleiðsluna av kryddaðum og marineraðum vørum (flak, bitar v.m.). Tikið verður ímóti 50-250 tonsum í senn. Framleiðslan er málrættað og í samstarvi við virkir/keyparar í einum norðurlendskum keyparalandi, men aðrir marknaðir vera eisini royndir. Víðarigóðsking og marknaðarføring. (Virkið fær eisini 500 tons av makreli til víðarivirkingar).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder