placeholder
Innanlands

Fiskimálaráðið fingið tilmæli um menningarkvotur

Metingarnevndin fyri menningarkvotur er liðug við sítt arbeiði. Gestur Hovgaard sigur, at nú er málið ikki í teirra hondum longur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-09 15:17 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Okkara arbeiði er yvirlátið til Fisk nú, hvat síðani hendir og nær, kann eg ikki svara fyri. 

Tað sigur Gestur Hovgaard í telduposti. Gestur Hovgaard er formaður í metingarnevndini, sum skuldi lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um menningarkvotur. Metingarnevndin varð sett 1. mars og hevur nú latið fiskimálaráðnum sítt tilmæli. 

Tað vóru í ár 37 umsóknir um menningarkvotu. Tær flestu umsóknirnar vóru um kvotu til sild og makrel, meðan ikki eins nógvar umsóknir vóru um svartkjaft. Hetta er heldur umvent, um hugsað verður um, at flest tons skulu latast í menningarkvotu til svartkjaft, meðan nógv færri tons av makreli og sild verða latin. 

Les eisini: Flest vilja hava makrel  

Ítøkiliga skulu 3.159 tons av makreli, 4.695 tons av sild og 11.711 tons av svartkjafti skulu latast í menningarkvotu. 

Portalurin hevur í dag og í gjár roynt at fáa viðmerking frá Høgna Hoydal, um nær væntast skal at menningarkvotur skulu latast og hvat arbeiðið hjá fiskimálaráðnum nú inniber, áðrenn kvoturnar verða lætnar, men tað hevur ikki eydnast enn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder