Innanlands

Fiskaðu makrelin í føroyskum sjógvi

Fyrst á túrinum ikki nógvur makrelur at síggja, men so bleiv nógv at síggja og fáa, siga Høgni Magnusson, stýrimaður, og Auðinn Konradsson, dekkari, á Borgaranum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-09-07 21:11 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava umleið 1050 tons av makreli inni, sum vit hava fiskað í føroyskum sjógvi norðanfyri Føroyar, tætt norður móti markinum til altjóða sjógv.

- Fyrst á túrinum var ikki nógvur makrelur at síggja, men so varð væl at síggja og fáa. Støddin er frá 450 gram og størri.

Tað siga Høgni Magnusson, stýrimaður, og Auðinn Konradsson, dekkari, á Borgaranum, sum landar í Kollafirði í dag.

-Í føroyskum sjógvi royndu bara føroysk skip. Eg haldi, tey vóru fimm; men norðanfyri, í altjóða sjógvi, vóru fleiri skip og úr fleiri londum. Vit fara avstað aftur í kvøld; og tað verður óivað aftur á somu leið, siga Høgni og Auðinn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder