Innanlands

Fiskaaling: Fiska og vinn 10.000 krónur

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum – Royndir skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 30. november, og 11. desember verður lutakast um vinningin

Brævbjálvar við royndum skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 30. november, higartil eru uml. 200 komnir inn (Mynd: Fiskaaling)

Brævbjálvar við royndum skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 30. november, higartil eru uml. 200 komnir inn (Mynd: Fiskaaling)

2020-11-10 19:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 11. desember verður lutakast um vinnaran av 10.000 skattafríum krónum.

Fyri at kunna luttaka, skulu sílafiskarar senda inn brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum. Hetta skal sendast til Fiskaaling og verða felagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. november. Brævbjálvarnir til endamálið fáast hjá Fiskaaling.

Tað er Landsgrannskoðarin, sum dregur lut um vinnaran, sum síðani verður kunngjørdur av Fiskaaling. Verkætlanin, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum, verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Á heimasíðuni hjá Fiskaaling verður boðað frá, at umleið 200 brævbjálvar longu eru komnar inn – nakað fleiri enn í fjør.

Fleiri upplýsingar kunnu finnast her.

placeholder
placeholder