2026-01-25 21:15
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur sett kós móti Måloy, har skipið skal landa.
Finnur Fríði hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Seinastu tíðina hava fleiri skip verið í Norra og landa sildina, sum er fiskað í norskum sjógvi.
Sambært fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Norra, so skal øll veiða, sum er fiskað í norskum sjógvi bjoðast út á almennu uppisøluna - Sildelaget.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald