Finnur Fríði liðugur við svartkjaftin fyribils

Nú verður riggað til at fara í dokk á Skála

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

2020-06-03 11:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir løgdu útgerð upp, og fyrireika seg nú til at fara í dokk á Skála. 

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er smáligur í løtuni, og tað loysir seg ikki at leita meira, og tí eru teir givnir við fiskiskapinum fyribils, og fara í dokk á Skála.

Arbeiðið skal byrja fyrst í komandi viku, og er talan um vanligt viðlíkahald, sum verður gjørt hvørt ár.

Tá ið liðugt er í dokkini, verður bíðað til makrelfiskiskapurin tekur seg upp í august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder