Innanlands

Finnur Fríði landar svartkjaft í Fuglafirði

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

2019-01-16 13:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava fulla last - umleið 2500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder