Innanlands

Finnur Fríði landar svartkjaft á Tvøroyri

Finnur Fríði hevur umleið 800 tons av svartkjafti sum teir landa til Varðan Pelagic

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-30 21:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í dag, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu undir Føroyum, og hava fingið góð 800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Svartkjafturin verður landaður til matna, og ikki til ídna, sum hann verður í Fuglafirði.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder
placeholder