2025-09-08 15:30

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er komin til Noregs, har skipið skal landa makrel.
Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Sum fiskiveiðuavtalan við Noregi sigur, so skal allur fiskurin, sum er fiskaður í norskum sjógvi, bjóðast út á Sildelaget, og soleiðis var eisini hjá Finnur Fríða.
Finnur Fríði landar veiðuna í Vedde, og fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald