Innanlands

Finnur Fríði landar í Fuglafirði

Finnur Fríði skal landa 900 tons til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

Savnsmynd (Mynd: Jón Thomsen)

2020-05-18 13:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvsrskipið Finnur Fríði kom í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 900 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið Finnur Fríði hevur landað, fara teir helst aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder
placeholder