2024-08-23 14:40
Finnur Fríði fór úr Skagen tíðliga seinnapartin í gjár, og verður inni á Gøtuvík umleið klokkan 15 í morgin, leygardag 24. august. Skipið verður at síggja á víkini nakað áðrenn tað.
Dópur og móttøka verða um trý-tíðina við sangi og røðum, við kaiina í Norðragøtu.
- Reiðarí og manning vóna, at nógv fólk koma at gleðast saman við okkum. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa, sigur Varðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald