Innanlands

Finnur Fríði hevur landað sild á Tvøroyri

Finnur Fríði hevur landað 600 tons avsild á Tvøroyri

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-09-13 20:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur júst landa sild á Tvøroyri.

Teir hava verið á sildaveiðu undir Íslandi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir komu á Tvøroyri í nátt, og høvdu 600 tons av sild við til lands.

Tá ið liðugt varð at landa, fóru teir aftur á sildaveiðu.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 450 gramm í miðal. 

placeholder
placeholder