Innanlands

Finnur Fríði hevur landað makrel á Tvøroyri

Finnur Fríði landaði til Varðan Pelagic

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-09-06 20:12 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið kom á Tvøroyri mikudagin, har teir skuldu landa.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava landað 1150 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og at farið verður aftur á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi.