Innanlands

Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaftakvotuna

Finnur Friði skal landa 1.550 tons av svartkjafti, og hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-08 21:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði skal landa 1.550 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Finnur Fríði hevur samstundis fiskað svartkjaftakvotuna, sum var umleið 30.000 tons.

Skipið fer nú at leggja um til aðra fiskiveiðu.

Gøtunes, sum hoyrir til sama samtak, sum Finnur Fríði, hevur eisini fiskað sína svartkjaftakvotu. Gøtunes liggur í løtuni á Runavík, og fara teir helst eisini at rigga til aðra fiskiveiðu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder