Innanlands

Finnur Fríði farin á svartkjaftaveiðu

Finnur Fríði fór í dag av Runvavík og setti kós móti svartkjaftafeltinum sunnanfyri

Finnur Fríði (Savnsmynd: EMS Photo)

Finnur Fríði (Savnsmynd: EMS Photo)

2026-04-05 21:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini bíða eftir, at svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi skal byrja, og í dag fór fyrsta skipið avstað.

Finnur Fríði loysti seinnapartin av Runavík, og setti kós móti svartkjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar, har fleiri russisk skip eru í løtuni.

Enn er bara Finnur Fríði farin avstað, men Gøtunes fer avstað í annaðkvøld, og nýggi Fagraberg fer avstað eftir páskir sum vit vita í løtuni. 

[object Object]

Gøtunes fer á svartkjaftaveiðu í annaðkvøld (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Nýggi Fagraberg fer til fiskiskap eftir páskir (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder