Nýggi Finnur Fríði loysti seinnapartin í gjár frá landi í Skagen og setti kós móti Føroyum.
Skipið fer at liggja við bryggju í Norðragøtu, sigur Varðin. Reiðaríið sigur, at hátíðarhald verður leygardagin, men júst nær kemur kunning um seinni.
Finnur Fríði er útgjørdur við nýggjastu og mest umhvørvisvinarligu tøknini, sum er á marknaðinum í løtuni. Motorurin er ein Wartsila 31 og er klárur at móttaka framtíðar brennievni, sum t.d. metanol og ammoniak. Skipið lastar 3000 tons.
Manningin, sum var á gamla Finnur Fríða, heldur fram umborð á nýggja Finnur Fríða.
Eftir hátíðarhaldið í Gøtu væntast Finnur Fríði at fara á makrelfiskiskap einaferð í næstu viku. Útgerðin er øll umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald