Mánakvøldið 26. januar hevði sjómanskvinnuringurin á Glyvrum bjóða grannaringunum á Toftum, Rituvík og Søldarfirði á vitjan. 45 kvinnur tóku við innbjóðingini og upplivdu eina góða løtu saman.
Á skránni var felagssangur, andakt og bøn við Kristionnu Vang forkvinnu og Torleif Johannesen talaði Síðani var drekkamunnur við ymiskum góðum afturvið.
Aftaná drekka greiddi Símin Johannesen, skipari á Róland, tænastuskipinum hjá Bakkafrosti, frá arbeiðinum teir gjørdu umborð og við skipinum. Símin segði eisini frá øðrum upplivingum.
Torleif endaði við kunning, Guds orði og bøn. Takkað var fyri kvøldið og síðsti sangur varð, “Allan vegin hann meg leiðir” Felagssangurin rungaði við undirspælið frá Símin, Høgna og Hans Jákup. Innsavnað varð til Sjómansmissiónina.
Takk fyri eitt gott kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald