
Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi, hevur verið sera smáligur seinastu dagarnar.
Nøkur av uppsjóvarskipunum fóru í norskan sjógv fyrr í vikuni. Tey vóru Høgaberg, Katrin Jóhanna og Norðingur.
Hini skipini Tummas T, Gitte Henning 1, Hoyvík og Fram, valdu at leita eina løtu aftrat í føroyskum sjógvi.
Gitte Henning setti seint í gjárkvøldið kós í norskan sjógv, meðan Tummas T, Hoyvík og Fram framvegis eru í føroyskum sjógvi.
Borgarin kom í norskan sjógv í gjár, og leitar eisini, umframt nøkur norsk skip.
Tað er lítið at síggja, men veðrið er gott, men hann byrjar spakuliga at vaksa um vindin.
Skipini, sum fiskaðu í norskum sjógvi fyrr í vikuni, eru øll farin inn at landa.
Høgaberg skal landa 740 tons í Fuglafirði, Norðingur skal landa 1100 tons í Kollafirði, og Katrin Jóhanna skal landa 350 tons í Vestmanna og í Vágunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald