Innanlands

Fara av einum góðum skipi umborð á eitt betri

- Nú kenna vit hetta skipið væl, og tað hevur sínar styrkir. Nú skulu vit aftur seta okkum inn í nýtt maskinarí, men tað er spennandi og læruríkt, sigur Edvard á Hólalag

Heðin Poulsen og Edvard á Hólalag (Mynd: Sjómansmissiónin)

Heðin Poulsen og Edvard á Hólalag (Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-02-24 16:51 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu árini hevur pelagiski trolarin, Jupiter, hoyrt heima í Kollafirði. Nú er hann seldur til Framherja í Fuglafirði og fer eftir ætlan í vinnu hjá nýggja felagnum í komandi mánaði.

- Tað hevur verið ein góð tíð umborð á Jupiter. Tað hevur gingist væl við fiskiskapinum, og so hevur skipið riggað væl. Tað siga Heðin Poulsen og Edvard á Hólalag, sum eru tveir av maskinmonnunum.

- Hóast Jupiter er frá 1994, er hann í góðum standi. Vit hava trivist væl umborð her, men tað er altíð spennandi at fáa eitt nýtt og nýggjari skip, sigur Heðin.

- Nú kenna vit hetta skipið væl, og tað hevur sínar styrkir. Nú skulu vit aftur seta okkum inn í nýtt maskinarí, men tað er spennandi og læruríkt, sigur Edvard.

- Sum skilst, so verður nýggi Jupiter klárur umleið hálvan mars, og Framherji skal hava hendan síðst í mars, siga teir.

- Hetta er ikki ein søkkandi skúta, vit rýma av. Jupiter er í góðum standi og verður betri tá viðlíkahaldið, sum nú verður gjørt hjá Mest á Skála, verður liðugt, siga teir.

[object Object]Gamli Jupiter (Mynd: Sjómansmissiónin)

- Manningin verður tann sama við nýggja Jupiter. Nakrir hetlendingar, sum kenna skipið verða við eina tíð. Somuleiðis skal onkur av okkara manning fylgja við eina tíð, tá Framherji yvirtekur hetta skipið. Tað er altíð gott at hava fólk umborð, sum kennir skipið, siga teir.

- Vit eru væl nøgdir, eisini við reiðaríið. Tí síggja vit frameftir við spenningi og vóna at nýggi Jupiter fer at roynast væl, siga Heðin og Edvard.

[object Object]Nýggi Jupiter

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár og heilsaði uppá teir. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder