Innanlands

Fagraberg skal landa til Havsbrún

Uppsjóvarskipið hevur 2100 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-02 21:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og skulu landa 2100 tons, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Tá ið teir komu á fuglafjørð landaði Christian í Grótinum, og ætlanin er at Fagraberg skal byrja at landa á midnátt.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder