Innanlands

Fagraberg skal landa í Fuglafirði

Fagraberg skal landa 2900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-19 06:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg fór í gjár at sigla inn av svartkjaftafeltinum.

Fagraberg hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og sleppur framat at landa til Havsbrún í annaðkvøld.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fóður.

Talan er um góða stødd og góðsku, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder