Innanlands

Fagraberg landar umleið 2600 tons í Fuglafirði

Fagraberg slapp framat aftaná Borgarin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-03-27 22:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg byrjaði at landa til Havsbrún tíðliga í morgun.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 2600 tons til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Fagraberg hevur landað, sleppur Arctic Voyager framat við síni svartkjaftalast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder