Innanlands

Fagraberg landar sild í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið hevði 1200 tons av sild við til lands

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-25 18:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu undir Íslandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1200 tons av góðari sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir helst aftur á sildaveiðu undir Íslandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder