Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg hevur 1100 tons av sild, sum teir landa til Pelagos

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-09 22:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1100 tons av sild, sum hevur eina miðalvekt á umleið 390 gramm.

Veiðan verður landað til uppsjóvarvirkið Pelagos, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder