Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg er fyrsta føroyska skipið, sum landar makrel til Pelagos í summar

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-19 19:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa. 

Tá ið teir komu á Fuglafjørð landaði íslendska uppsjóvarskipið Børkur makrel til Pelagos, og Fagraberg mátti tí bíða eftir landingartørni.

Tá ið Fagraberg hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.

placeholder
placeholder