2026-05-26 20:07
Uppsjóvarskipið Fagraberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Fagraberg hevur fiskað svartkjaft eystanfyri i føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevði Fagraberg 2.800 tons, sum verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald