Innanlands

Fagraberg fer nú í summarfrí

Fagraberg landar 2.750 tons av svartkjafti til Havsbrún

Fagraberg (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

Fagraberg (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

2026-06-09 08:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið Fagraberg hevur landað, skal útgerð og annað í land og síðani fer manningin í summarfrí.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder