Innanlands

Fagraberg besta uppsjóvarskipið í 2025

Fagraberg gjørdist besta uppsjóvarskipið í 2025, og fiskaði fyri tilsamans 262 milliónur krónur

Fagraberg fiskaði fyri 252 milliónur krónur í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fagraberg fiskaði fyri 252 milliónur krónur í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-02 16:39 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fagraberg gjørdist besta uppsjóvarskipið í 2025 við einum samlaðaum avreiðingarvirði á 262 milliónum krónum. 

Tað vísir yvirlitið hjá Vørn

Hetta er annað árið á rað, at Fagraberg er besta skipið í sínum bólki.

Hitt skipið hjá Framherja, Høgaberg, avreiddi fyri 170 milliónir krónur í 2025, og er á einum sjeyndaplássi. 

Nýggjur Fagraberg kemur í mars

Hóast Fagraberg hevur havt viðvind øll árini síðani skipið kom í føroyska flotan í 1999, so fær alt sín enda. 

Framherji, sum keypti Fagraberg í 2006, hevur keypt eitt nýggjari uppsjóvarskip úr Hetlandi, sum reiðaríið yvirtekur í mars í ár. 

Talan er um Serene, sum er bygt á Karstensens Skibsværft í 2018, og hóast skipið er størri enn Fagraberg, so lastar skipið eitt vet minni enn núverandi Fagraberg. 

Í sambandi við at Framherji skal skifta Fagraberg út, verður núverandi Fagraberg settur á sølulista. 

[object Object]AAvloysarin hjá Fagraberg er Serene úr Hetlandi, sum kemur í føroyska flotan 1. mars (Savnsmynd: Ivan Reid)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder