Innanlands

Eysturbúgvin settur til sølu

Eitt dótturfelag yvirtók beint áðrenn jól nóta- og trolskipið Eysturbúgvan umframt botnfiskaloyvini og gulllaksakvotuna

Eysturbúgvin er settur á sølulista hjá meklarafyritøkuni Atlantic Shipping (Mynd: Atlanticship.dk)

Eysturbúgvin er settur á sølulista hjá meklarafyritøkuni Atlantic Shipping (Mynd: Atlanticship.dk)

2025-12-28 07:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Lítla nóta- og trolskipið Eysturbúgvin, sum kom til Føroya fyri fyrstu ferð í mars í 2023, skifti eigarar tann 19. desember. 

Talan er um felagið Skipafelag 1, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum hevur keypt Eysturbúgvan. Umframt Eysturbúgvan, so eigur felagið eisini Heyk og Stelk.

Hóast Varðin nú eigur Eysturbúgvan, so hevur samtakið ongar ætlanir um at hava skipið í flotanum, og er Eysturbúgvin nú settur á sølulista. Tað er meklarafyritøkan Atlantic Shipping, sum stendur fyri søluni. 

Felagið Gullenni, sum eisini er eitt dótturfelag hjá Varðanum yvirtekur gulllaksakvotuna, sum uppsjóvarskipið Tummas T skal fiska, meðan botnfiskaloyvini og fiskidagarnir hjá Eysturbúgvanum eru fluttir yvir á Heyk og Stelk, sum Skipafelag 1 eisini eigur. Sama felag letur eisini í løtuni Dunga Jákup byggja hjá Mest á Skála.

Atalntic Shipping stóð eisini fyri søluni tá skipið bleiv keypt til Føroya í 2023. 

Hvat samtakið ynskir fyri Eysturbúgvan stendur ikki í sølulýsingini.

Les eisini: Dunga Jákup: Trolari til framtíðar krøv

Sí eisini: Myndir: Dunga Jákup komin á Skála


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder