2018-08-08 08:05
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu til Pelagos í gjár.
Upplýst verður, at parið hevði 250 tons av gulllaksi, sum teir landaðu til Pelagos í Fuglafirði.
Parið hevur nú fiskað meginpartin av sínum parti av gulllaksakvotuni, og tí er óvist um teir fara aftur á gulllaks ella á upsaveiðu.
Tað eru trý pør, sum seinastu árini hava fiskað gulllaksakvotuna. Hini bæði pørini eru Skoraberg og Fuglberg og Polarhav og Stjørnan hjá JFK í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald