placeholder
Innanlands

Enniberg verður á Havnini í morgin

Enniberg hevur 500 tons við til lands, sum teir hava fiskað í Barentshavinum

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2020-12-14 20:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg verður á Havnini í morgin, har teir skulu landa.

Teir hava verið til fiskiskap í Barensthavinum, og hava umleið 500 tons av flakið við til lands, sum teir skulu landa í Havn.

Hini tríggir barentshavstrolararnir Akraberg, Gadus og Sjúrðarberg eru framvegis til fiskiskap í Barentshavinum.

Enniberg hevur nú fiskað kvotuna fyri 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder