2025-12-05 13:06
Flakatrolarin Enniberg kom á Havnina mikudagin, har skipið skuldi landa.
Enniberg hevur verið til fiskiskap í Eystur- og Vesturgrønlandi hendan turin, og hevði 350 tons av svartkalva við til lands.
Enniberg fór av Havnini 23. september og við hendan túrin vóru 24 mans. Skipari var Karl Danielsen.
Enniberg hevur nú fiskað kvoturnar fyri í ár, og fer aftur til fiskiskap eftir jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald