Innanlands

Eivind komin undir land

Verður væntandi á Kollafirði í kvøld

(Mynd: Eliesar Jakobsen / Vørn)

(Mynd: Eliesar Jakobsen / Vørn)

2020-09-28 16:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Línuskipið Eivind, sum er sleipað undan Íslandi við maskinbreki er nú komin undir oyggjarnar.

Tað var leygardagin, at boð vórðu eftir Brimli at fara til Íslands eftir línuskipinum Eivindi, sum hevði fingið trupulleikar undir fiskiskapi.

Brimil kom til Eivind tíðliga sunnumorgunin, hann var tá staddur 17 fjórðingar sunnan fyri Höfn, og teir fóru undir at sleipa Eivind móti Føroyum.

[object Object](Mynd: marinetraffic.com)

Nú seinnapartin vóru Brimil og Eivind staddir í ein útsynning úr Mykinesi. Sambært Vørn skal Eivind sleipast til Kollafjarðar, har veiðan skal leggjast upp.  

placeholder
placeholder