Uttanlands

Ein fiskur fyri 21 milliónir krónur

Talan er um dýrasta fisk, ið er seldur á uppboðssøluni í Tokyo

Kiyoshi Kimura, forstjóri í matstovuketuni Sushi-Zanmai, fær sær fyrsta bitan av dýra tunfiskinum (Mynd: EPA)

Kiyoshi Kimura, forstjóri í matstovuketuni Sushi-Zanmai, fær sær fyrsta bitan av dýra tunfiskinum (Mynd: EPA)

2026-01-05 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

21 milliónir krónur. Tað gjørdist prísurin, tá ein tunfiskur á 243 kilo varð seldur á fiskamarknaðinum í Tokyo herfyri.

Hetta svarar til ein prís á 85.000 krónur fyri kiloð. Hetta er nýtt met fyri sølu á fiskamarknaðinum í japanska høvuðsstaðnum, skrivar AP tíðindastovan.

Tað var felagið Kiyomura Corporation, sum keypti fiskin. Felagið er eigari av eini stórari sushi-ketu í Japan.

Virðismikli fiskurin varð fiskaður út fyri oynna Oma har norðruri í Japan, eitt øki, ið er gitið fyri at vera heimstaður fyri bestu tunfiskarnar í Japan. Hesir tunfiskarnir av slagnum ‘blue fin tuna’ hava, orsaka av stóra eftirspurninginum til sashimi og sushi, fyrr verið eitt hótt fiskaslag, skrivar dr.dk.

[object Object](Mynd: EPA) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder