Innanlands

Eftir 48 ár: Ran verður nú lagdur

Frystitrolarin loysti fyri seinastu ferð av Havnini í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-03-16 07:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinnapartin í gjár loysti frystitrolarin Ran, og setti kós suðureftir eftir at hava landað umleið 400 tons í Havn.

Tað sermerkta hesaferð er tó, at hetta var seinastu ferð at Ran loysti av Havnini.

- Skipið hevur set kós móti Esbjerg, har skipið verður lagt og vónandi selt, upplýsir Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Ran, sum er bygdur í 1971, kom í flotan sum nýbygningur, og kallaðist tá Sjúrðarberg. Tað var JFK samtakið, sum lat tríggjar trolarar, sum vóru systurskip, byggja í Norra. Skálaberg, Sjúrðarberg, og Sundaberg.

Skipið varð seinni selt til Havnar, og var tað Mortan Johannesen, sum hevði ført Sjúrðarberg, sum keypti skipið. Skipið skifti tá navn til Enniberg.

Tá ið Mortan Johannesen seinni valdi at byggja ein nýggjan og størri Enniberg, sum kom í flotan í 1990, fekk gamli Enniberg navnið Ljósafelli, men skifti tá ikki eigara. 

Eitt skiftið hevði trolarin heimstað í Grønlandi, og kallaðist tá Antuut.

Skipið varð seinni selt til Vágs, og fekk navnið Ran. Ran fekk seinni heimstað í Tórshavn, har skipið hevur havt heimstað líka til nú. 

- Vónandi finna vit keyparar til skipið, og um alt gongur eftir ætlan, skulu vit hava eitt nýtt skip fyri Ran, men tað eru fleiri viðurskifti, sum mugu koma uppá pláss fyri at hetta skal kunna ganga upp, sigur Hans Andrias Keldurberg, reiðari.

Reiðarin leggur afturat, at manningin, sum siglir skipið niður til Esbjerg, ikki hevur nakað annað skip at sigla við eftir, at Ran er komin til Esbjerg, men vónar, at teir finna eitt nýggjari og meira hóskandi skip so manningin aftur fær hýru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder