Innanlands

Dunga Jákup fer eftir ætlan aftur ein royndartúr í dag

Dunga Jákup liggur í løtuni á Oyrareingjum, har teir spola weir.

Dunga Jákup á tekniska royndartúrinum fyri einum mánað síðani (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Dunga Jákup á tekniska royndartúrinum fyri einum mánað síðani (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2026-10-03 14:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýbygningurin hjá Varðanum, sum verður bygdur á Mest á Skála skal eftir ætlan royndartúr aftur í dag.

Dunga Jákup, sum trolarin eitur, var fyri einum mánað síðani tekniskan royndartúr, sum eydnaðist væl. 

Tað er tó ikki heilt griett enn nær nýggi frystitrolarin verður handaður Varðanum, men nú er ikki leingi eftir, sum næsti royndartúrurin eydnast væl.

n er um ein frystitrolara sum er góðar 44 metrar langur, og knappar 12 metrar breiður, og sum er rættuliga framkomin.

Skipið hevur ein verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið, og Dunga Jákup hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 Hestum.

Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir. 

Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og kom á Skála jólaaftan í fjør, og skuldi eftir ætlan latast Varðanum í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær at trolarin verður handaður Varðanum seinni í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder